Mannagongd/vegleiðing

Mannagongd/vegleiðing.

 

Val av gravsteini.

At keypa gravstein er fyri tey flestu nakað, man ger heilt sjálvdan, og tí er man sum oftast ikki greiður yvir, hvat støða skal takast til.

Niðanfyri er ein stutt vegleiðing.

 

Stødd á gravsteini:

Um meira enn eitt navn skal á umframt annan tekst, so krevst helst ein størri gravsteinur, enn um bert eitt navn skal á.

 

Sokkul og blomsturbed:

Tá gravsteinurin er valdur, skal støða takast til, um ein ynskir vanligan sokkul, størri sokkul við blomsturkummu ella møguliga blomsturbed. Fleiri snið eru at velja ímillum.

 

Grótslag:

Flest allir gravsteinar fáast í ymiskum grótsløgum, -litum og ymiskum yvirflatum. Alt frá ráari til fult polerað.

 

Tekstur:

Umframt navn, føði- og deyðsdato, skal støða takast til, um annar tekstur skal á steinin, so sum “Takk fyri alt”, eitt bíbilvers ella okkurt annað.

Eisini skal støða takast til, um pláss skal verða til annað navn seinri. Hetta er rættiliga avgerandi fyri, hvussu áskriftin verður sett á gravsteinin.

 

Slag av teksti:

Stavirnir kunnu verða sandblástir, hondhøgdir ella kunnu bronsustavir setast á. Sandblástir og hondhøgdir stavir verða vanliga málaðir ella gull-lagdir.

 

Dekoratiónir:

Tað eru sera nógvir møguleikar við dekoratiónum.

Bronsufigurar, gravering, sandblásing, fotomyndir ella motiv eftir egnum ynski.

 

Uppseting:

Keyparin kann velja sjálvur at seta gravsteinin upp ella biðja okkum gera tað.

 

Mynd av valda steini.

Tá omanfyristandandi er komið nøkurlunda uppá pláss, gera vit fotomynd, soleiðis at keyparin sær, hvussu valdi gravsteinurin kemur at síggja út, áðrenn hann verður framleiddur.

 

 

 

 

Deil

Fyrispurningar