Um okkum

UM GRAVSTEINAR – DANSTEIN

Søgan um Danstein byrjar við, at hjúnini handan fyritøkuna í 1985 mistu eina dóttur. Nakað eftir hetta vóru tey í Holbæk og ferðaðust. Tey høvdu í eina tíð leitað eftir einhvørjum hóskandi minnismerki at seta yvir dóttrina og vitjaðu tí fyritøkuna Stenhuggeriet. Henda fyritøkan er elligomul.

Vitjanin hevði við sær, at tey bíløgdu gravstein frá fyritøkuni, og fólk haðani kom til Føroya at seta steinin upp.

Hetta samstarvi førdi við sær, at hjúnini fóru at selja gravsteinar í Føroyum.

Um P/F Gravsteinar-Danstein

Føroyskt partafelag við heitinum P/F Danstein við heimstaði í Runavík varð sett á stovn, og hevur tað øll árini verið rikið sum sjálvstøðugt føroyskt felag.

Í 2018 løgdu P/F Danstein og SP/F Gravsteinar í Tórshavn saman.

Samanlagda felagið kallast P/F Gravsteinar – Danstein.

Í dag hevur fyritøkan deild á Velbastaðvegi 45 í Tórshavn og við Løkin 2 í Runavík.

Stórur dentur verður lagdur á at veita skjóta og góða tænastu.

Deil

Fyrispurningar